Til reiðar at taka av

Til reiðar at taka av
Hanus Sørensen er við á føroyska fótbóltslandsliðnum fyri fyrstu ferð. Nógv bendir á, at hann skal byrja inni í dystinum ímóti Kekkia í dag, og HB-bakkurin ætlar at taka av
Hans Erik Danielsen/FSF
16.11.2022 - 10:55

Ábendingar eru um, at Hanus Sørensen fær kjansin frá byrjan í venjingardystinum hjá føroyska fótbóltslandsliðnum ímóti Kekkia í dag.

HB-bakkurin, sum er við í A-landsliðshópinum fyri fyrstu ferð, sigur, at hann er til reiðar at taka av, um hann fær boð frá Håkani Ericson, landsliðsvenjara.

- Tað er øgiliga spennandi, og tað hevur gingið fínasta slag til venjingarnar, sigur Hanus Sørensen.

- Tað sær kanska eitt sindur út til, at eg skal byrja inni, men um tað ikki verður, eri eg altíð klárur at koma inn, og um eg byrji inni, taki eg sjálvandi av og geri tað so gott, sum eg klári.

Hann er fallin væl til millum royndaru spælararnar, sum hann annars hevur fylgt og mett høgt í nógv ár.

 - Tú skalt líka føla eitt sindur eftir og taka tað eitt sindur stille og roligt at byrja við, og so byrjar tú at tosa eitt sindur meir við teir eldru, greiðir Hanus Sørensen frá.

Sí samrøðu við Hanus Sørensen omanfyri. Dysturin ímóti Kekkia verður sendur í sjónvarpinum frá kl. 16.50.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011