Anna týðandi nevndarsess

19.11.2022 - 12:48
InnlendisPolitikkur
Anna týðandi nevndarsess
Fólkatingsumboðið hjá Sambandsflokkinum, Anna Falkenberg, hevur fingið fast sæti í uttanríkispolitisku nevndini í nýggja Fólkatinginum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

– Hetta er valdsmiklasta nevndin í Fólkatinginum, sigur Anna Falkenberg, sum heldur seg kunna brúka sessin til gagns fyri Føroyar.

Danska grundlógin sigur, at uttanríkispolitiska nevndin skal vera við til at leggja uttanríkispolitikkin hjá stjórnini fyri alt kongaríkið.

Samstundis sum Anna Falkenberg hevur fingið nevndarsessin, er greitt, at hvørki javnaðarumboðið, Sjúrður Skaale, ella tey bæði grønlendsku fólkatingsumboðini, Aki-Matilda Høegh-Dam úr Siumut ella Aaja Chemnitz úr IA, fáa sess í nevndini.

Hinvegin eru vinstravendu flokkarnir í fólkatinginum samdir um at bíða við at velja fólk í uttanríkispolitisku nevndina, til ein nýggj stjórn er skipað, og tí eru hesi trý enn bara varaumboð í nevndini, sum tey eisini hava verið tað síðstu trý árini.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. januar
Morgunlestur mikudagur 28.januar 2026
203269
Týsdag 27. januar
Dávid Reynheim er á breddanum
203302
Týsdag 27. januar
EM-tíðindi 27. januar 2026
203300
Týsdag 27. januar
RagnarRokk: JJ Peters um Saudade
203294
Týsdag 27. januar
Breddin: Skotini í Minneapolis
203289
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. januar
Veðrið
203256
Sunnudag 25. januar
Andaktin við Tóri Jacobsen
203189
Sunnudag 25. januar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
203325
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106