Hoyvík skal vera valstað

20.11.2022 - 14:28
Innlendis›Politikkur
Hoyvík skal vera valstað
– At fólk setast aftur, tí tey skulu úr Hoyvík oman í Havnina at velja, er ein demokratiskur trupulleiki, sigur Tróndur Sigurðsson, býráðslimur í Havn.

Á fíggjarnevndarfundi í vikuni var skotið upp at hækka játtanina til løgtingsvalið úr 600.000 upp í 800.000 krónur, so Hoyvík kundi gerast valstað.

- Um fá ár er Hoyvík við sínum 4.700 fólkum næststørsti býur í landinum, og tí sigur tað seg sjálvt, at Hoyvík eisini eigur at vera sjálvstøðugt valstað, sigur hann.

Tróndur Sigurðsson vísir millum annað á, at Argir eru sjálvstøðugt valstað, hóast fólkatalið har er munandi minni enn í Hoyvík, so tí vil hann vóna, at á løgtingsvalinum verður tað síðstu ferð, at fólk í Hoyvík velja í høllini á Hálsi í Havn.

- Fólkatingsvalið herfyri vísti, at tað veruliga er brúk fyri, at fólk í Hoyvík sleppa at velja í Hoyvík, tí um tey heldur setast aftur, er tað ein demokratiskur trupulleiki, sigur hann.

Tey, sum velja í høllini á Hálsi, eru tey, sum búgva í Havn, Norðradali, Hoyvík, Koltri, á Hvítanesi og á Sundi.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028