Veljarakanning: Einki óvæntað

bannari
26.11.2022 - 12:51
Innlendis›Politikkur
Veljarakanning: Einki óvæntað
– Veljarakanningar eru ein løtumynd, sigur Árni Gregersen, journalistur og politiskur viðmerkjari, ið ikki er bilsin av tí, ið nýggjasta veljarakanningin vísir

Veljarakanningin, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Blaðið Vikuskifti, vísir millum annað, at Fólkaflokkurin tykist hava fótað sær eftir innanhýsis orrustu.

– Um vit hyggja at Fólkaflokkinum, so vóru tað nógv valevni, sum ikki stillaðu uppaftur, so 3.100 atkvøður gingu leysar. Men nú tíðin er farin, broytist støðan, og fólk taka støðu, og fleiri eru framvegis fólkafloksveljarar, sigur Árni Gregersen, journalistur og politiskur viðmerkjari.

– At Sambandsflokkurin gongur aftur, staðfestir bara, at tað er øgiliga stórur munur á fólkatings- og løgtingsvali. Eisini Javnaðarflokkurin gongur aftur, broytir ikki, at flokkurin óivað fer at fáa eitt øgiliga gott val.

Kanningin vísir, at Fólkaflokkurin fær 19,2 prosent og sjey tingsessir, Sambandsflokkurin fær 18,9 prosent og seks tingsessir, og Miðflokkurin fær 6,8 prosent og varðveitir sínar tveir tingsessir.

Javnaðarflokkurin er framvegis størstur og fær 25,4 prosent og níggju tingsessir, Tjóðveldi fær 20,7 prosent og sjey tingsessir, og Framsókn fær 6,6 prosent og tveir tingsessir, meðan Sjálvstýri fær 2,5 prosent og dettur úr tinginum.

8,9 prosent av teimum 800 spurdu í Spyr.fo-kanningini hava enn ikki tikið støðu til, hvat tey fara at velja. 1,3 prosent sigur seg ikki fara á val, og 0,4 prosent ætla at atkvøða blankt.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083