Jólakalendari í útvarpinum: Snjósystirin

Um KVFTíðindi
Jólakalendari í útvarpinum: Snjósystirin
Snjósystirin er ein vøkur, fjálg og kenslulig søga um jólalongsulin, sum helst øll kenna seg aftur í. Hvønn dag fram til jólaaftan verður ein partur í útvarpinum og á kvf.fo
 
29-11-2022

Snjósystirin er jólakalendarin í barnaútvarpinum 2022. Ein søga í 24 pørtum.

Søgan snýr seg um Jóal, sum hevur føðingardag sjálvan jólaaftan, og tí plagar jólaaftan at vera besti dagur í árinum. Men í ár er einki, sum tað plagar at vera. Tí Jóal og familjan syrgja stórusystrina, Juni, sum er deyð.

Jóal heldur, at jólini rætt og slætt eru avlýst. Men ein dagin hittir hann ta lívsglaðu Hildigunn. Hon minnir hann á, hvussu góð jólini kunnu vera. Hon bjóðar honum heim til teirra í Villa Kvist at drekka kakao og eta siropskøkur, og Jóal fer so smátt aftur at trúgva, at jólini kunnu koma kortini.

Men okkurt er við húsunum, sum Hildigunn býr í. Og hvør er hasin gamli maðurin, sum er í garðinum uttanfyri? Og hvat er tað, sum Hildigunn ikki vil tosa um?

 

Ein søga ætlað stórum og smáum

Snjósystirin er ein vøkur, fjálg og kenslulig søga, sum er um allan tann jólalongsul, ið vit øll so væl kunnu kenna okkum aftur í.

Ein søga at taka fram aftur og aftur, har til ber at frøa seg um at vera á lívi og at ynskja sær og hvørjum øðrum eini góð og gleðilig jól.

Bókin um Snjósystrina er vøkur bók, sum kom út á føroyskum í 2019, myndirnar hevur Lisa Aisato teknað. Maja Lunde hevur skrivað, og Jákup í Skemmuni týddi til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav bókina út.

 

Hvønn dag fram til jóla

Í útvarpinum verður jólakalendarin um Snjósystrina at hoyra hvønn morgun kl. 7.15. Leygarmorgun og sunnumorgun kl. 10.05.

Eisini verða partarnir lagdir út á heimasíðuna, so hvørt teir verða sendir.

 

Tey leikandi eru:

Sølvi Næs Hoydal, Sanna Bæk Hoydal, Leo Lávík, Lív Højsted Horsdal, Bjørn M. Mohr, Hans Tórgarð.

Páll Danielsen leikstjórnar, og Finnur Hansen ger ljóðmyndina. 

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 16. mai
Morgunlestur leygardagur 16.mai 2026
208062
Fríggjadag 15. mai
Vikuskiftið 15 mei 2026
208421
Fríggjadag 15. mai
LEITISSTEIN 15.05.2026 (Beinir)
208417
Fríggjadag 15. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Dorimus
208405
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Hondbóltur: Undansending
208434
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365

Um kvf css