TAKS kannar um vinnubilar verða nýttir privat

TAKS kannar um vinnubilar verða nýttir privat
Tað áleggur øllum feløgum at upplýsa, um starvsfólk hava rætt til at nýta akfør til privat ørindi og harvið skatta av fríari nýtslu, sigur TAKS
Eftirlitið hjá TAKS hevur seinastu tíðina kannað bilar í sambandi við ymisk almenn tiltøk
 
26.08.2013 - 11:48

11 feløg hava fingið bræv frá TAKS, har tey verða biðin um greiða frá, um bilarnir hjá felagnum burtur av verða nýttir til vinnuligt virksemi.

Í sambandi við tveir landskappingardystir í fótbólti fyri einari viku síðan, kundi eftirlitið hjá TAKS staðfesta, at fleiri bilar, ið einans skulu nýtast til vinnuligt virksemi, vóru parkeraðir á økinum kring vøllirnar, meðan dysturin varð spældur.

Frí nýtsla

Sambært lønaryvirlitinum hjá feløgunum er talan um bilar, ið ikki rinda skatt av fríari nýtslu.

Eftirlitið hjá TAKS hevur seinastu tíðina kannað bilar í sambandi við ymisk almenn tiltøk.

Fótbóltsdystirnir í Klaksvík og Gøtu vóru enn eitt eftirlitsátak, og hesi 11 feløgini hava nú fingið bræv, har tey verða biðin at greiða nærri frá, hví bilarnir vóru til dystirnar.

Hava ikki rætt at draga frá

Feløg hava ikki rætt til at draga íløgu-MVG frá, verður akfarið burturav ikki nýtt til MVG-skyldugt virksemi. Í sama viðfangi er tað eisini skattskyldugt hjá privatpersónum at nýta vinnuligar bilar til privata nýtslu.

Tað áleggur øllum feløgum at upplýsa, um starvsfólk hava rætt til at nýta akfør til privat ørindi og harvið skatta av fríari nýtslu, sigur TAKS.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666