SSL-stjórin við neyðarkalli

04.12.2022 - 18:11
Innlendis
SSL-stjórin við neyðarkalli
Niels Juel Arge, stjóri á Strandfaraskipum Landsins, rópar nú varskó um standin á fergunum hjá Strandferðsluni.
Niels Juel Arge, stjóri á Strandfaraskipum Landsins

Hann kallar tíðindaskrivið, hann hevur sent út í dag, fyri eitt neyðarkall og vísir á, at eingin hugur er at játta pengar til íløgur í nýggjar fergur, og tí heldur hann tað vera neyðugt at leggja stovnin um til alment partafelag.

– Eitt partafelag kann lána pengar til at byggja nýggjar fergur fyri, sigur strandferðslustjórin, ið var gestur í útvarpstíðindunum í kvøld.

Miðalaldurin á trimum teimum elstu fergunum hjá Strandferðsluni er 46 ár ella nærum tvífalt aldurin á einum bilellisakfari: Ritan er 51 ár, Sam 46 ár og Ternan er 42 ár, og so kemur Sildberin, sum er 28 ár.

- Eitt skip má eisini koma til Hest-leiðina, sigur Niels Juel Arge, ið vísir á, at ein komandi samgonga má leggja eina ítøkiliga ætlan fyri, hvussu gomlu fergurnar kunnu verða skiftar út.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. juli
Veðrið
210489
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360