HM-endabresturin í Kringvarpinum

Um KVFTíðindi
HM-endabresturin í Kringvarpinum
Verður tað Messi, Mbappé, Neymar ella Kane, sum fer við øllum?
 
06-12-2022

Megnar Lionel Messi at gera Diego Maradona kynstrið eftir og vinna heimsmeistaraheitið fyri Argentina, skal glóðheiti Kylian Mbappé gerast tvífaldur HM-vinnari bert 23 ára gamal, ella verður tað Ongland við Harry Kane á odda, sum loksins fer avstað við fyrsta gullinum síðan 1966? 

Og hvønn leiklut fær Neymar? Brasil er flúgvandi og sýnir kanska besta fótbóltspælið í HM-kappingini higartil. 

Hesir leikararnir verða – hvussu víkur og vendir – at síggja í HM-fjórðingsfinalunum. Luka Modric og Kroatia hava eisini tryggjað sær pláss millum tey síðstu átta í Katar, meðan Cristiano Ronaldo og Portugal fara á vøllin í kvøld.

Í Kringvarpinum kann hvør nærdystur, hvør bjarging og hvørt mál síggjast. Tíggju dystir eru eftir at spæla, áðrenn heimsmeistarin er funnin, og teir verða allir vístir beinleiðis í sjónvarpinum ella á kvf.fo.  
 

Dystaryvirlit:

Áttandapartsfinalur

06.12 kl. 15.00: Marokko – Spania 
06.12 kl. 19.00: Portugal – Sveis


Kvartfinalur

09.12 kl. 15.00: Japan/Kroatia – Brasil/Suðurkorea
09.12 kl. 19.00: Holland – Argentina
10.12 kl. 15.00: Marokko/Spania – Portugal/Sveis
10.12 kl. 19.00: Ongland – Frakland


Hálvfinalur

13.12 kl. 19.00


Bronsudystur

17.12 kl. 15.00


Finala

18.12 kl. 15.00

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290

Um kvf css