Samgongusamráðingar byrjaðar

Samgongusamráðingar byrjaðar
Bárður Nielsen slapp til samráðingarborðið saman við Javnaðarflokkinum og Framsókn, sum í løtuni viðgera møguleikan at skipa samgongu.
12.12.2022 - 19:28

-Tíðin er búgvin til at gera upp við blokkpolitikkin, og tí eiga vit at royna møguleikan at skipa samgongu við Sambandsflokkin, sigur Ruth Vang, sum samstundis sendir Tjóðveldi út á síðulinjuna.

Formaðurin í Tjóðveldi er bilsin av, at hansara flokkur ikki er við í samráðingunum. Samstarvið millum verandi andstøðu hevur verið gott, sigur Høgni Hoydal.

Seinnapartin og í kvøld hava Javnaðarflokkurin, Framsókn og Sambandsflokkurin sitið á fundi.

-Higartil hevur talan mest verið um yvirskipað prát, har flokkarnar skulu finna útav, hvar vit standa í mun til hvønn annan, sigur Aksel V. Johannesen, samráðingarleiðari.

Teir tríggir flokkarnir hittast aftur fyrrapartin í morgin.

Árni Gregersen, politiskur viðmerkjari, vitjaði í sjónvarpsstovuni.

  

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423