
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kringvarpið um høgtíðina

Útvarpið
Ein fastur táttur og ein hugnalig byrjan upp á jólini í útvarpinum eru jólaheilsanirnar. Tær verða í ár sendar 23. desember.
Jólaaftansmorgun eftir tíðindini kl. 10 kunnu børnini gleða seg til at ringja til Greytasleik og Halaleysa, sum sita klárir við telefonina.
Seinni jólaaftan fara vit millum annað á jóla- og familjukonsert við Føroya Symfoniorkestri, og sjálvandi verður eisini í ár ein túrur saman við biskupi á skránni.
Út á kvøldið spælir Bjørn Hentze Bech gamlar jólaslagarar, og jólaaftanskvøld í útvarpinum endar við midnáttarmessu úr Mariukirkjuni.
Jóladag og annan jóladag hevur útvarpið fleiri forkunnugar sendingar. Úr rúgvuni kunnu vit nevna sendingina um 81 ára gomlu Fríðhild Abrahamsen í Fuglafirði. Hon vaks upp í Hvalba saman við mammu síni, sum einans 19 ára gomul fekk tvíburar. Mamman var einsamøll við børnunum, og Fríðhild greiðir frá uppvøkstrinum í Hvalba.
Jólagesturin í ár er Maud Wang Hansen í Nólsoy, sum hevur vitjað í útvarpsstovuni. Hon sigur m.a. frá heimablídni, og hvussu tað er at reka ferðavinnu í Nólsoy.
Annan jóladag hitta vit Eyðun Andreassen, professara, og prátar hann um barnaárini úti í Skúgvi og um drúgvu yrkisleið sína innan fólkalívsfrøði.
Fleiri konsertir og tónleikasendingar vera at hoyra hesar dagarnar, m.a. sangløta úr Ebenezer og konsertin Jól í Hátúni.
Annað jólakvøld fara vit sjálvandi upp á gólv og enda sum vanligt við væl umtóktu Plátubarrini.
Sjónvarpið
Hóskvøldið 22. desember og fríggjakvøldið 23. desember senda vit frá hugnaligu jólakonsertini Jól við Løkin, sum aftur í ár hevur eina drúgva skrá við fleiri væl umtóktum tónleikanøvnum.
Seinnaparturin jólaaftan er halgaður børnunum við sendingini Meðan vit bíða. Her verður tónleikur, framførslur og heilsa vit upp á fleiri kenningar úr Sakini, Angelu og Hannibal, Grísapeppu, Látiløtuni og onnur. Seinasti parturin av Tjóvajól verður eisini sendur tá.
Jólamorgun byrjar við beinleiðis gudstænastu úr dómkirkjuni, har vakrir horntónar eisini vera at hoyra.
Út á kvøldið leita vit aftur til sekstiárini í Føroyingahavnini í Grønlandi. Norska Kirsti Dale, sum sjálv hevur búð í Føroyingahavnini eitt stutt tíðarskeið, hevur gjørt sendingina. Sendingin sigur søguna um Føroyingahavnina og inniheldur nógv ókend og forkunnug filmsbrot.
Eftir Føroyingahavnina fara vit til Vestmanna. Her hitta vit Olaf Haldansen, sum hevur gjørt næstan 400 trappur í sínum 91 ára gamla lívi. Olaf hevur framvegis sína dagligu gongd á snikkaraverkstaðnum.
Úr Vestmanna fara vit til yndisliga jólakonsert í SALT, har Kristina Skoubo Bærentsen og Hallur Joensen framføra kendar jólaklassikarar.
Annað jólakvøld vísa vit fyrsta part av røðini Egil Bakka – føroysk dansispøl. Í 1977 var norski professarin Egil Bakka í Føroyum og gjørdi forkunnugar filmsupptøkur av føroyskum dansispølum og føroyskum dansi í sjey ymsum bygdum kring oyggjarnar. Upptøkurnar eru nú settar saman til átta sendingar við samrøðum, frásagnum og dansi.
Annað jólakvøld vísa vit eisini seinna part av sendingini um Føroyingahavnina, umframt at vit, eins og siðvenja er, fara upp á gólv. Í ár verður dansað í Sjónleikarhúsinum.
Kl. 18-20 nýggjársaftan er "Gott nýggjár 2022" á skránni, har vit við samrøðum, tónleiki og beinleiðis innsløgum kring landið líta aftur á árið, ið fer.
Seinni nýggjársaftan verður væl umtókta sendingin "Syngið við" aftur at síggja í sjónvarpinum. Umleið 50 fólk plaga at savnast til at skapa nýggjárshýr, og hesa ferð verður tiltakið á Strondum. Tað ber til at syngja við heima úr stovuni, tí sendingin verður tekstað, og somuleiðis verður sangheftið tøkt á kvf.fo. "Syngið við" var á fyrsta sinni sent í 1989.
Og 1. januar hyggja vit aftur á árið, ið fór í ítrótti, í "Ítróttaárið, ið fór 2022".