Samgonguskjal á borðinum

17.12.2022 - 18:32
InnlendisPolitikkur
Samgonguskjal á borðinum
Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn hava í dag fingið skrivað seg so mikið lidnar, at fyrsta útkastið til eitt nýtt samgonguskjal er liðugt.
Fyrsta útkast til samgonguskjal millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn er nú skrivað
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

– Nú fer hetta skjalið út til flokkarnar at umrøða, og so kann henda, at onkrar broytingar koma seinni, sigur samráðingarleiðarin, Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum.

– Tingbólkarnir koma við sínum viðmerkingum, og so hittast floksleiðslurnar í morgin at gjøgnumganga møguligar viðmerkingar frá tingbólkunum.

Hann roknar við, at alt er klárt í næstu viku, so farast kann undir at býta málsøkini millum flokkarnar, ið eisini mannaðu næstsíðstu landsstýrissamgonguna í Tinganesi frá 2015 til 2019.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740
Mikudag 1. januar
Hjartabørn í Kenja
185737
Mikudag 1. januar
Andakt við Gerhardi Jónsson Mikkelsen
185736
Týsdag 31. desember
Nýggjár 2024
185722
Týsdag 31. desember
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
185719