- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sí myndirnar: Uppruddingin í Klaksvík byrjað
Eitt slag av undantaksstøðu hevur valdað fleiri staðir í Klaksvík, nú skalvur og skriður loypa úr fjøllunum.
Upptakið er tó byrjað.
Oliver Joensen var úti við myndatólinum í Klaksvík.
Myndir: Oliver Joensen
Ein partur av arbeiðinum er eisini at tryggja støð, har vandi fyri, at áir kunnu leypa. Áirnar av Fossabrúgv hava ikki megnað at svølgt alt vatnið, ið komið er oman av Háfjalli.
Vágsá, ið rennur tvørtur um undir Ringvegnum skamt norðanfyri, hevur heldur ikki megnað at svølgt alt vatnið.
Tí hevur áarføri verið eftir bønum oman við Vágsá.
Menn vera ikki arbeiðsleysir næstu tíðina í Klaksvík.
Alt vatnið sæst aftur í lendinum.
Átaksleiðarin ávarar enn fólk í Klaksvík um, at vandi er fyri nýggjum skriðulopum.
Nógva tilfarið, ið er komið oman av fjøllunum, sæst aftur í býarmyndini í Klaksvík í dag.
Fólk, ið búgva niðan fyri nýggju útstykkingina í økinum uppi á Fossum í Klaksvík, eru eisini farin úr húsunum, tí tey óttast fyri, at stóra útfyllingin kann leypa.
Nýggja útstykkingin hjá Klaksvíkar kommunu liggur við gøtuna, niðan Horn, sum er vegurin niðan til tyrlupallin í Uppsølum. Nógv, sum búgva í húsunum niðanfyri, stúra fyri hesari stóru útfylling.
Íbúgvarnir niðan Horn eru ikki heilt álvuligir við hesa útfyllingina, nú so stórur kavi hevur verið, og harafturat rættiligt áarføri er komið oman av útstykkingini á Fossum.
Hóast onki áarlop hevur brotið seg inn í nakað hús, so flýtur nógv vatn oman á húsini, og onkustaðni flýtur inn í kjallarar.
|