Uppíleggingin hjá løgmanni kostar eina millión

Uppíleggingin hjá løgmanni kostar eina millión
Tá 27. juni nærkaðist, avgjørdi løgmaður, at málið um Eysturoyartunnilin skuldi leggjast fyri løgtingið enn eina ferð, sigur Innlendismálaráðið
Hevði løgmaður ikki kravt tunnilsmálið fyri tingið, hevði landskassin spart eian millión, sigur Innlendismálaráðið
 
29.08.2013 - 07:48

Uppíleggingin hjá løgmanni ger, at landskassin sunnudagin noyðist at gjalda Copenhagen Infrastructure Partners eina millión krónur, tí sáttmálin millum felagið og Innlendismálaráðið ikki verður undirskrivaður fyri 1. september.

Tað sæst í frágreiðingini, sum løgmaður fekk í gjár frá Innlendismálaráðnum.

Var løgmaður ikki komin upp í málið og kravt tað fyri løgtingið, varð sáttmálin undirskrivaður 27. juni, og landskassin hevði spart eina millión.

Ætlaðu at skriva undir fyri jóansøku

Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, boðaði tann 19.apríl frá, at ætlanin var at gera sáttmála um Eysturoyartunnilin fyri jóansøku í ár. Fjølmiðlar fingu frænir av, hvat var á vási, og so kom øði í grindina.

Tá 27. juni nærkaðist, avgjørdi løgmaður, at málið skuldi leggjast fyri løgtingið enn eina ferð, segði Innlendismálaráðið í gjár. Copenhagen Infrastructure Partners vildi ikki, at málið skuldi í løgtingið, og vildi hava sáttmálan undirskrivaðan 27. juni.

Á fundi millum løgmann og landsstýrismannin í innlendismálum og Copenhagen Infrastructure Partners tann 27. juni varð avtalað, at sum treyt fyri, at Copenhagen Infrastructure Partners ikki skuldi taka seg burtur úr samráðingunum alt fyri eitt, skuldi Copenhagen Infrastructure Partners hava eina mió. kr. í endurgjaldi, um sáttmálin ikki er undirskrivaður í seinasta lagi 31. august, tað er leygardagin.

Viðgerðin ikki liðug

Tað verður hann ikki, tí løgtingið verður ikki liðugt við lógarbroytingina tá. Sum skilst hevur løgmaður biðið Rættarnevndina bíða.

Í gjár segði forkvinnan í nevndini við Útvarpið, at nevndin ger einki við tunnilsmálini, fyrr enn løgmaður og landsstýrismaðurin eru lidnir við samskiftið teirra millum, sum byrjaði í gjáramorgunin.

Sáttmálin hjá Copenhagen Infrastructure Partners og Innlendismálaráðnum er annars klárur at skriva undir. Samráðingarnar um hann vórðu gjørdar lidnar 27. juni.

Tá vórðu løgmaður, landsstýrismaðurin og Copenhagen Infrastructure Partners eisini samd um tekstin í lógaruppskotinum, sum skuldi leggjast fyri løgtingið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. februar
Skratsj 25. februar 2026
204806
Mikudag 25. februar
Eitt korter við klassiskum
204805
Mikudag 25. februar
Lesið reglurnar væl
204795
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204788
Týsdag 24. februar
Veðrið
204758
Týsdag 24. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204737
Týsdag 24. februar
Stjørnan í fjóðra parti
204729
Mánadag 23. februar
Veðrið
204693