Í 1977 ferðaðist Egil Bakka í Føroyum og gjørdi filmsupptøkur av føroyskum dansi og dansispølum. Vit síggja hansara upptøkur heiman av Sandi og vit hoyra Janus hjá Sørini, Mortan í Skálanum, Andreu Opielka og Elinborg Simonsen siga frá um føroyskan dans og dansispøl heima á Sandi.
Í 1977 var norski professarin Egil Bakka í Føroyum og gjørdi forkunnugar filmsupptøkur av føroyskum dansispølum og føroyskum dansi í 7 ymsum bygdum kring oyggjarnar.
Hesar upptøkur er nú talgildaðar og settar saman til 8 sendingar við samrøðum, frásagnum og dansi.