Agrar í staðin fyri Akrar

Agrar í staðin fyri Akrar
Staðarnavnanevndin mælir til at broyta bygdarnavnið
Akrar.
Mynd: Sumbiar kommuna  
 
20.12.2022 - 12:10

Sumbiar kommuna hevur fingið tilmæli frá Staðarnavnanevndini um at broyta bygdarnavnið Akrar til Agrar, altso at g kemur í staðin fyri k.

Málið er á skránni fyri bygdaráðsfundin hóskvøldið.

Men borgarstjórin, Eyðbjørn Thomsen, vónar, at til ber at útseta viðgerðina. 

Kommunan hevur júst fingið tilmælið, og tí hevði verið gott at kannað málið nærri, sigur borgarstjórin.

 

Ikki nýtt

Málið er ikki nýtt, tí tað var eisini frammi fyri nøkrum árum síðani. Og tá feldi bygdaráðið tilmælið.

Sambært reglugerðini um Staðarnavnanevndina hevur hon heimild at taka avgerðir í staðarnavnaspurningum. Avgerðir hjá Staðarnavnanevndini kunnu kærast til landsstýrisfólkið í mentamálum. 

Reglugerðin sigur eisini, at Staðarnavnanevndin hevur skyldu til at hoyra avvarðandi kommunur og myndugleikar í sambandi við áseting av formi og stavseting av staðarnøvnum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. juli
Veðrið
210792
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525