Málið um sammøður loyst

Málið um sammøður loyst
Fólkakirkjan hevur nú fingið boð um, at sammøður sum rættarlig foreldur kunnu geva børnum sínum sítt eftirnavn sambært navnalógini.
23.12.2022 - 19:39

Á fyrsta arbeiðsdegi sum landsstýrismaður í lógar- og innlendismálum gav Bjarni Kárason Petersen leiðsluni í fólkakirkjuni boð um, at sammøður sum rættarlig foreldur kunnu geva børnum sínum sítt eftirnavn sambært navnalógini.

Landsstýrismaðurin tosaði fyrrapartin við Jógvan Fríðriksson, bisp, soleiðis at semja er um, hvussu kirkjubókaførandi myndugleikin skrásetir, tá ið mál um sammøður og eftirnøvn stinga seg upp.

1. januar í ár komu broytingarnar í lógini um foreldramyndugleika í gildi, sum góvu samkyndum foreldrum fleiri rættindi. Men enn eru samkynd foreldur ikki javnsett við hinskynd, tá tað umræður, hvussu barnið skal eita. Hvørki Jenis av Rana, sum var landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálarum ella Magnus Rasmussen, sum var landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum, avgreiddu málið. Men tað hevur Bjarni Kárason Petersen nú gjørt.

Jógvan Fríðriksson, bispur, vitjaði í sjónvarpsstovuni.

Sí innslag við Brynju og Carol Symphor Høj, móður og sammóður til Baraldur, sum greiddu frá síni støðu í Degi & Viku 22. august.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028