Pápin var gittarúrmælingur, men mamman sang fyri teimum, tá tey vóru børn

23.12.2022 - 18:12
ListTónleikur
Pápin var gittarúrmælingur, men mamman sang fyri teimum, tá tey vóru børn
Guðrið, Fróði og Bjarki eru systkin og hava hvør sína yrkisleið í tónleiki. Nú savnast tey í tónleikinum og fara á pall saman.
Frá vinstru: Fróði Hansen, Guðrið Hansdóttir og Bjarki Hansen
Mynd: Leivur Thomsen  

Guðrið Hansdóttir, Fróði Hansen og Bjarki Hansen eru væl kendir sangarar og sangskrivarar í Føroyum. Umframt tónleikin hava tey tað til felags, at tey eru systkin. Pápi teirra var hin væl kendi gittarúrmælingurin Hans Carl Hansen, sáli, sum spældi við "Veðraplátuni" hjá klaksvíksbólkinum Straight Ahead. Gjøgnum hann hava tey fingið musikalskan førning. Men systkini eru ikki gittaristar burturav - gittarin verður heldur brúktur sum fylgispæl til sangirnar, tey syngja. Sangin hava tey hinvegin fingið frá mammuni, sum sang nógv fyri teimum, tá tey vóru børn. Í næstu viku verða systkini at hoyra á palli í Reinsaríinum í Havn. Konsertin hóskvøldið 29. des kl. 20 er longu útseld, men eykakonsert verður fríggjakvøldið eftir, somuleiðis kl. 20. Hoyr systkini Hansen og Hansdóttir hugleiða um tónleik og tað at vaksa upp saman. Hetta innslagið varð sent í sendingini Vikuskiftið 23. des 2022.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527