Norskir alarar ónøgdir um nýggja laksaskattin

Norskir alarar ónøgdir um nýggja laksaskattin
1. januar kemur sonevndi laksaskatturin í gildi í Noregi. Men norskir alarar eru ónøgdir um hetta. Teir vilja heldur hava eina skipan sum hana, sum nú er galdandi í Føroyum.
 
30.12.2022 - 10:14

Samstundis sum Havbúnaðarfelagið í Føroyum vil hava landsstýrið at broyta verandi tøkugjald frá at verða grundað á søluprís til at verða grundað á skattliga úrslitið hjá alifyritøkunum, eru norskir alarar ónøgdir við teirra avgjaldsskipan, sum kemur í gildi eftir ársskiftið. Norsku alararnir vilja heldur hava eina skipan sum hana, sum nú er galdandi í Føroyum.

Tað er nú 1. januar, at sonevndi laksaskatturin kemur í gildi í Noregi. Laksaskatturin er eitt framleiðsluavgjald á 40 norsk oyru fyri kilo av aldum laksi, síli og ælabogasíli.

Men stjórin í Sjømat Norge, Geir-Ove Ystmark, sigur sambært NRK, at felagið fer at koma við einum hoyringsskrivi, har víst verður á, at øll gongdin í málinum hevur verið óruddilig, og at heitt verður á stjórnina um at útseta gildiskomuna av nýggju skipanini.

Geir-Ove Ystmark heldur, at norska stjórnin heldur eigur at hyggja eftir føroyska modellinum, sum hevur eitt loyvisgjald, ið broytist alt eftir laksaprísinum.

Tað var í september, at norska stjórnin legði fram uppskot um sonevndan grundrentuskatt á vindmegi og havbrúk, harundir eisini alivinnu.

Grundrentuskattur stavar upprunaliga úr tí enska Ground rent, also leigu av jørð ella lendi. Grundrentuskatturin verður goldin av inntøkum, ið koma av at brúka náttúrutilfeingi hjá felagsskapinum, til dømis vatn, vind og hav. 

Víst verður á, at um ein alifyritøka til dømis fær loyvi til at ala á einum firði, avmarkar tað atgongdina hjá øðrum til náttúrutilfeingið, og tað avmarkar eisini kappingina. Tí er tað lættari at fáa serliga høgar inntøkur í vinnum, sum brúka náttúrutilfeingi. Noreg hevur longu grundrentuskatt uppá vatnmegi og oljuframleiðslu og ætlar nú eisini at leggja grundrentuskatt á vindmegi og laksaaling.

Bæði fíggjarnevndarlimurin Geir Pollestad úr Senterpartiet og fiski- og alivinnumálaráðharrin Bjørnar Skjæran siga við NRK, at tað ikki kemur upp á tal at seta føroysku skipanina í gildi í Noregi, og at grundrentuskatturin verður settur í gildi 1. januar sum ætlað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846