- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jóannes Bjartalíð: Eg drakk illa hvønn dag
Útlitini hava neyvan verið betri.
Tá ið desember verður januar, setir fótbóltsspælarin Jóannes Bjartalíð kós úr einum kjallara í Klaksvík til suðurnorska býin Fredrikstad. Fyri fyrstu ferð skal miðvallarin royna seg í øðrum liti enn tí bláa, sum hann errin hevur borið alt sítt fótbóltslív.
- Eg eri øgiliga spentur um at flyta til eitt annað land at royna meg. Ikki bert sum fótbóltsspælara, men eisini sum mann. Eg havi búð heima í kjallaranum hjá foreldrunum í 26 ár, men nú flyti eg endiliga út, sigur Jóannes.
Hann fylgir tí einasta venjaranum, hann hevur havt, Mikkjali Thomassen. Tað skuldi ikki meira enn ein telefonsamrøða til at fáa skiftið í lag, men avrikini hjá vinstrabeinta miðvallaranum seinasta árið hava verið so mikið sannførandi, at Jóannes Bjartalíð hevur uppiborið kjansin. Sum hann sjálvur sigur:
- Í summar tók eg endaliga avgerð um, at nú skuldi tað vera, og var tað ikki í Fredrikstad, var tað helst onkra aðrastaðni.
Á søguliga sterka føroyameistaraliðnum hjá KÍ hevur álopsfúsi miðvallarin skarað framúr, og hevði vinmaðurin í Víkingi, Sølvi Vatnhamar, ikki avgjørt steypafinaluna við brotssparki, hevði Jóannes Bjartalíð helst kunna kallað seg ársins spælara. Júst tað var hann á føroyska landsliðnum, har endaliga gjøgnumbrotið kom, júst tá ið Føroyar høvdu størstan tørv á tí. Uttan Brand Hendriksson Olsen og Hall Hansson tók klaksvíkingurin av álvara tøk.
Hann bæði skoraði og legði upp við Merkinum á bringuni, men merkisverdari vóru innsatsurin, renniorkan og viljin, sum vóru á einum munandi hægri stigi enn fyrr.
Avrikini og avgerðin eru ikki komin av tilvild, men eru sprottin úr stórari mótgongd. Tí fyri tveimum árum síðani var støðan hjá Jóannesi Bjartalíð ein heilt onnur.
Tá kundu útlitini neyvan verið verri.
Datt útí
Á vetri í 2020 hevur Jóannes Bjartalíð tað ikki gott. Hann skýggjar fólk og kemur mestsum ikki út fyri dyr.
- Eg spurdi ikki eftir klokku, og sjálvsvirðið var farið út ígjøgnum bakdyrnar, fortelur hann.
Tað var ikki tí, at tað gekk illa á vøllinum. Miðvallarin, sum trein inn á føroyska fótbóltspallin við manér fimm ár frammanundan, spældi framvegis høvuðsleiklutin, tá ið KÍ gjørdi enda á 20 ára oyðimarkargongd við føroyameistaraheitinum í 2019. Men alt er ikki so gott, sum tað sýnist at vera, og so líðandi byrjar Jóannes Bjartalíð upp á sína egnu oyðimarkargongd.
- Eg sat heima, og eg drakk hvønn dag – eg drakk øgiliga nógv hvønn dag, greiðir Jóannes Bjartalíð frá.
- Har var einki eftir, og eg legði einki í meg sjálvan longur.
Ímeðan Jóannes Bjartalíð stríðist við seg sjálvan, roynir KÍ av øllum alvi at vinna meistaraheitið aftur frá arvafíggindanum, HB. Enn, sum áður, er Jóannes Bjartalíð ein av lyklaspælarunum hjá klaksvíkingum, men nú drekkur hann so mikið illa, at tað ávirkar avrikini á vøllinum.
- Tað gekk absolutt ikki hond í hond. Eg vigaði upp ímóti 85 kiloum og var alt ov tungur. Eg hevði øgiliga ilt við at spæla fótbólt og øgiliga ilt við at hugsavna meg um at spæla fótbólt. Tankarnir vóru aðrastaðni, og tá ið eg var upp á tað ringasta, var nær við, at eg gavst í KÍ, sigur Jóannes Bjartalíð.
Fleiri eru kortini, sum royna at hjálpa honum burtur úr holinum, sum hann er dottin niðurí. Ein er Mikkjal Thomassen, og hetta hevði fleiri tvídráttir við sær.
- Tað var tungt at stríðast við hann ta tíðina, men í dag eri eg øgiliga glaður fyri tað. Tað var nokk í bestu meining, sigur Jóannes Bjartalíð, sum hóast alt spælir flestu dystirnar á vári í 2021.
Avgerðin
Støðan versnar kortini, sum dagarnir leingjast, men tíðliga á sumri ger Jóannes Bjartalíð av at fara til avvenjingar.
- Tað var ikki av mínum eintingum, viðgongur 26 ára gamli klaksvíkingurin uttan at blunka. Hann tók heldur ikki støðu frá degi til dags.
- Heimafronturin skumpaði undir, og tað gjørdi KÍ eisini.
Hann kallar sjálvur avgerðina fyri ”ta bestu í lívinum”, men sigur samstundis, at tað var trupult at viðurkenna, at hann – ein maður í besta aldri – hevði tørv á hjálp.
- Tað var øgiliga ringt hjá mær sum 25 ára gamal at síggja í eyguni, at eg skuldi hartil, greiðir Jóannes Bjartalíð frá, men at tað var neyðugt, ivast hann ikki í:
- Eg veit ikki, hvar eg hevði verið í dag, um eg ikki tók hasa avgerðina.
Eitt ár uttan rúsdrekka
Jóannes Bjartalíð var til avvenjingar í fýra vikur, og tað eydnaðist væl í fyrstu syftu. Hann gavst at drekka, og á vøllinum steðgaði eingin KÍ. Klaksvíkingar vunnu meistaraheitið sannførandi, og í seinnu hálvu av kappingini var miðvallarin aftur fastur fúsur á bláa liðnum. Tá ið gullið skuldi hátíðarhaldast, endaði kortini aftur galið.
- Tá datt eg í aftur somu bylgjuna og koyrdi á í ein mánað, greiðir Jóannes Bjartalíð frá.
Hesa ferð var hann skjótari at høgga bremsurnar í. Hann fór aftur til avvenjingar – hesa ferð í tvær vikur – og síðan 5. desember í 2021 hevur Jóannes Bjartalíð ”ikki nortið dropan”.
Ivaleyst hevur tað givið honum ein heilt annan og betri gerandisdag, og á graslíkisvøllunum kring landið sást týðiliga, at okkurt var broytt.
- Nú havi eg meira yvirskot og tíð til at venja. Eg eri klárari í høvdinum upp á allar mátar, og eg havi funnið meir ró í mær sjálvum, sigur Jóannes Bjartalíð.
Óttast ikki tað ókenda
Nú bíðar eitt ókent land, ein onnur mentan og ikki minst eitt nýtt fótbóltsfelag. KÍ-blátt verður skift út við Fredrikstad-reytt, og við fortíðini í huga, er hetta eitt stórt stig at taka, men Jóannes Bjartalíð er ikki bangin fyri at traðka út í tað ókenda.
- Vandin fyri, at tú kanst drekka aftur, er altíð har, men eg hvíli í mær sjálvum. Um vikuskiftið kann eg vera saman við fólki, sum gera tað, men eg geri tað ikki. Eg siti við vatni ella kanska einari Pepsi Max, og eg skal nokk vera tann, sum dansar mest og syngur harðast kortini, sigur hann við einum smíli.
Fyri framman bíðar ein nýggjur kapittul, og á vøllinum skal miðvallarin prógva sítt virði av nýggjum – uttan fyri kritaðu strikurnar hevur hann longu prógvað nógv.
- Tað var tungt, men eg eri øgiliga glaður fyri tað í dag, og eg standi nógv sterkari nú bæði sum menniskja og fótbóltsspælari.
------------------
Hoyr Jóannes Bjartalíð seta orð á sína sváru tíð í brotinum omanfyri. Hann er eisini gestur í sendingini 'Ítróttaárið, ið fór 2022', sum verður send klokkan 14:10 nýggjársdag. Har fortelur hann eisini um frálíka árið, sum hann hevur havt, bæði á vøllinum og uttanfyri.
MYND: Hans Erik Danielsen/FSF