NOMA letur aftur í 2025

NOMA letur aftur í 2025
NOMA hvørvur sum matstova, men ikki sum aktørur í matvinnuni
René Redzepi eigur NOMA, og er eisini køksstjóri.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
09.01.2023 - 14:57

Heimskenda matstovan NOMA steingir í 2025.

- 2024 verður fyribils okkara síðsta ár sum vanlig matstova, sigur eigari og køksstjóri, René Redzepi, við Berlingske.

Matstovan, sum fyri tað mesta hevur hildið til í Keypmannahavn, men eisini havt sonevnd støkk-upp tiltøk ymsastaðni í heiminum, hvørvur sum matstova, men ikki sum aktørur í matvinnuni. 

René Redzepi hevur ætlanir um at skipa eina matstarvsstovu, har nýggir rættir og nýggjar matvørur skulu mennast til tað, sum NOMA rópar Noma Projects.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520
Mánadag 16. november
Veðrið
216486