Føroyskt toymi fer til Svøríkis at framleiða HM í hondbólti

Um KVFTíðindi
Føroyskt toymi fer til Svøríkis at framleiða HM í hondbólti
Starvsfólk úr Kringvarpi Føroya vera partur av altjóða framleiðslutoymi í heimsflokki
 
11-01-2023

HM í hondbólti er fyri framman. Ein partur av dystunum verður í Póllandi og ein partur í Svøríki. Henrik Saabye TV Productions framleiðir dystirnar og hevur aftur hesa ferð biðið fleiri starvsfólk úr Kringvarpinum um at vera við í framleiðsluni í Svøríki.

Teir eru Bjarnheðin í Hoyvík og Hallur E. Thomsen, sum eru í føstum starvi í Kringvarpinum, og Rúni Friis Kjær, Gilli Brend í Hoyvík og Andri Gerðisá, sum javnan gera fríyrkisarbeiði fyri Kringvarpið.

Hetta er fjórðu ferð, at Bjarnheðin í Hoyvík er við í ítróttaframleiðslu hjá Henrik Saabye og triðju ferð hjá Halli E. Thomsen.
 

Framleiðslutoymi í heimsflokki

Henrik Saabye er ein av royndastu ítróttaframleiðarum í heiminum. Hann hevur m.a. framleitt fleiri HM-finalur, EM-finalur og OL-finalur í hondbólti.

"Hetta er ein frálíkur møguleiki hjá okkara starvsfólkum at útvega sær nýggjar tøkniligar førleikar og arbeiðsroyndir, sum vit kunnu gagnnýta. Eg ivist ikki í, at vit fara at síggja hetta aftur, tá vit framleiða landsdystir í Kringvarpinum", sigur kringvarpsstjórin, Ivan Hentze Niclasen. 

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. februar
Akademia: Umhvørvisetikkur
203519
Leygardag 31. januar
Upp á tá - 300126
203537
Leygardag 31. januar
Jambalaja - 310126
203536
Leygardag 31. januar
Vikugesturin: Skommin er burtur
203530
Leygardag 31. januar
Vikan 31. januar 2026
203527
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. januar
Veðrið
203507
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mánadag 26. januar
Veðrið
203256

Um kvf css