Puigdemont verður ikki ákærdur fyri landssvik

Puigdemont verður ikki ákærdur fyri landssvik
Lógin, sum heimilaði ákæruni, er nú broytt, men Puigdemont verður ákærdur fyri at hava misbrúkt almennar pengar
Carles Puigdemont var í Føroyum í 2018.
 
13.01.2023 - 08:26

Carles Puigdemont verður ikki ákærdur fyri landssvik.

Tað hevur hægstirættur í Spania gjørt av.

Lógin, sum heimilaði ákæruni, er nú broytt.

Puigdemont er kortini ikki sloppin heilt. Ákærur um millum annað at misbrúka almennar pengar eru á veg. 

 

Í sjálvbodnari útlegd

Carles Puigdemont, sum var leiðari hjá katalonsku sjálvstýrisrørsluni, er í sjálvbodnari útlegd í Belgia.

Hann var valdur í Europatingið fyri Spania fyri fýra árum síðani.

Carles Puigdemont boðaði í 2017 frá atkvøðugreiðslu um Katalonia skuldi loysa frá Spania.

Hetta dámdi stjórnini í Madrid illa, og hon fekk steðgað atkvøðugreiðsluni við hermegi.

 

Hevur verið í Føroyum

Puigdemont var í Føroyum í 2018.

Ein annar oddamaður hjá katalonsku sjálvstýrisrørsluni, Oriol Junqueras, fekk 13 ára fongsulsrevsing.

Men forsætisráðharrin í Spania, Pedro Sanchez, náðaði hann í 2021.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040