11,2 mia. kr. goldnar í lønum í 2022

11,2 mia. kr. goldnar í lønum í 2022
Lønarútgjaldingarnar hækkaðu við sløkum fimm prosentum í fjør í mun til fyrraárið, so tað samanlagt vóru goldnar 11,2 mia. kr. í lønum
Lønarútgjaldingar vuksu við fimm prosentum í fjør ímun til fyrraárið
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
16.01.2023 - 10:42

11,2 milliardir krónur vóru goldnar í lønum í Føroyum í 2022.

Tað eru sløk fimm prosent meira enn í 2021.

Størsti vøksturin er í fiskivinnu og í øðrum tilfeingisvinnum. Har vóru goldnar 230 milliónir krónur meira í løn.

 

Desember í fjør var metgóður

Í 2021 var vøksturin samanumtikið 3,7 prosent samanborið við 2020, skrivar Hagstovan.

Serliga desember í fjør var góður. 

Tá var góð milliard goldin í lønum. Tað er met fyri ein einstakan mánað.


Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

 

60 prosent fóru til menn

Menn eiga góð 60 prosent av lønunum í fjør. Býtið millum kynini var tað sama sum í 2021.

Parturin hjá privatu tænastuvinnunum fór úr 31,4 prosentum í 2021 niður í 31,1 prosent í 2022. 

Serliga minkaði parturin hjá byggivinnu og aðrari tilvirking.

Hann fór úr 15,6 prosentum niður í 15,0 prosent. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763