Tú manst vita frá mongum at siga

Tú manst vita frá mongum at siga - finalan
20-02-2023
Eysturoyigar vunnu ta fyrstu skipaðu spurnarkappingina um føroyskan dans, kvæði og kvæðamentan í útvarpinum í Kringvarpi Føroya.

Liðið hjá Eysturoyar Dansifelag vann við einum stigi á liðnum hjá Dansifelagnum í Havn í einum spennandi endabresti.

Ta einu løtuna vóru trý stig á muni, men móti endanum minkaði munurin niður í eitt stig.

Manningin hjá eysturoyingum var Jóannes Djurhuus, Jón Rói Høgnesen og Kristian Jacobsen.

Teir kappaðust ímóti Kjartani Atlasyni, Birgiri Djurhuus og Janusi Kamban úr Dansifelagnum í Havn.

Tú manst vita frá mongum at siga

Spurnarkappingini "Tú manst vita frá mongum at siga" snýr seg um føroyskan dans og kvæðamentan.  Átta dansifeløg í landinum eru við í kappingini, sum er skipað við undanumførum, hálvfinalum og finalu.  Elin Maria Olsen og Jóhann Mortensen eru vertir.  Jónleif Johannesen og Rasmus Joensen hava gjørt spurningarnar.  Jónleif Johannesen er dómari.  "Tú manst vita frá mongum at siga" verður send leygarkvøld klokkan 18.15 og endursend sunnudag klokkan 17.
Spenningur var í luftini tá Eysturoyar dansifelag og Ung í dansi kappaðust um sigurin í spurnarkappingini "Tú manst vita frá mongum at siga".
15-02-2024
Spurnarkapping um føroyskan dans og kvæðamentan
03-02-2024
Spurnarkapping um føroyskan dans og kvæðamentan
28-01-2024
Spurnarkapping um føroyskan dans og kvæðamentan. í triða umfari kappast Sláið Ring og Vága Dansifelag.
19-01-2024
Eysturoyigar vunnu ta fyrstu skipaðu spurnarkappingina um føroyskan dans, kvæði og kvæðamentan í útvarpinum í Kringvarpi Føroya.
20-02-2023
Liðið hjá Eysturoyar Dansifelag vann aðru hálvfinaluna og skal møta Dansifelagnum í Havn í finaluni.
15-02-2023
Fyrsta hálvfinalan í spurnarkappingini um føroyskan dans, kvæði og kvæðamentan
07-02-2023
Fjórða og seinasta undanumfari í spurnarkappingini um føroyskan dans, kvæði og kvæðamentan
28-01-2023
Triðja undanumfar í spurnarkappingini "Tú manst vita frá mongum at siga" um dans og kvæði.
22-01-2023
Spurnarkapping um føroyskan dans og kvæðamentan
24-01-2024
Elin Maria Olsen og Jóhann Mortensen leggja til rættis.
06-01-2024
Spurnakappingin "Tú manst vita frá mongum at siga" snýr seg um føroyskan dans og kvæðamentan.
02-01-2024