Spreingja 45 metrar yvir tunlinum

29.01.2023 - 18:32
Innlendis
Spreingja 45 metrar yvir tunlinum
At gera spreingiarbeiði beint yvir Eysturoyartunlinum er ikki sørt av eini avbjóðing hjá fyritøkuni RTS, ið spreingir grót úr bakkanum norðan fyri Saltsøluna á Toftum.
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 
RTS spreingir grót úr bakkanum norðan fyri Saltsøluna á Toftum, bara 45 metrar yvir Eysturoyartunlinum
Mynd: RTS  

RTS skal spreingja so mikið úr bakkanum, at umleið 38.000 rúmmetrar av gróti kunnu fáast til grótverjuna í Oyrunum, ið skal leingjast einar 80 til 90 metrar.

– Av tí at benið er bara einar 45 metrar frá sjálvum Eysturoyartunlinum, hevur verið neyðugt at lagt munandi smærri løðingar, og tí gongur arbeiðið eisini seinni enn upprunaliga ætlað, sigur Andrias Lamhauge, stjóri í RTS.

Umframt grót úr bakkanum norðan fyri Saltsøluna, skal eisini grót frá eini íbúðarverkætlan á Regnavegnum brúkast til grótkastið í Oyrunum.

At grótkastið verður longt millum 80 og 90 metrar, fær kyrru í Oyrahavnina, og Nes kommuna sigur hetta leggja lunnar undir eina byrjan til at gera Oyrarnar til eitt miðstaðar- og trivnaðarøki.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. oktober
Mono
198163
Mikudag 8. oktober
Skratsj 8. oktobur 2025
198151
Mikudag 8. oktober
Eitt korter við klassiskum tónleiki
198147
Mikudag 8. oktober
Nú skal urtagarðurin sova
198135
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 8. oktober
Sofía og djórini
146615
Mikudag 8. oktober
Meira enn bara vera til - teknmálstulkað
198160
Mikudag 8. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
198142
Týsdag 7. oktober
Veðrið
198110
Týsdag 7. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
198081