Norsk skip fiska lodnu íslendskum sjógvi

Norsk skip fiska lodnu íslendskum sjógvi
Higartil hevur bara eitt føroyskt skip fingið loyvi at fiska lodnu
Higartil hevur bara Norðborg fingið loyvi at fiska lodnu í íslendskum sjógvi. Kvotan hjá teimum er 2.730 tons.
 
01.02.2023 - 11:33

Norsk skip eru byrjað at fiska lodnu undir Íslandi. Tey eiga 40.000 tons har.

Higartil hava fýra íslendsk skip landað lodnu.

Men grønlendsku skipini, Pol­ar Amar­oq og Pol­ar Ammassak, hava fiskað í eina tíð nú.

Higartil hevur bara eitt føroyskt skip fingið loyvi at fiska lodnu. Tað er Norðborg. Kvotan hjá Norðborg er 2.730 tons.

 

Fekk góðan prís í Føroyum

Føroyska lodnukvotan í íslendskum sjógvi er 10.920 tons í ár.

Í norska Fiskeribladet verður róð uppundir, at lodna, sum verður landað í Føroyum, kann enda í Russlandi.

Norska skipið Birkeland landaði lodnu á Tvøroyri. Prísurin hjá Varðanum Pelagic vakti ans í Noregi, tí hann var so høgur, skrivar Fiskeribladet.

Blaðið hevur tosað við Sigve Drønen í Birkeland Fiskebåtrederi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329