- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sí myndirnar: Heðin Mortensen heiðraður
Sí myndirnar: Heðin Mortensen heiðraður
Heðin Mortensen eigur nú metið í øllum ríkinum sum tann, ið hevur sitið longst í einum býráði uttan slit, nevniliga 50 ár. Tað bleiv feirað í gjár
04.02.2023 - 09:00
Røður, tónleikur og handanin av kommandør heiðrinum frá drotningini var á skránni, tá Tórshavnar kommuna heiðraði Heðin Mortensen fyri at hava sitið í býráðnum uttan slit í 50 ár.
Hetta hendi á samkomu í Ítróttarhøllini á Hálsi í Havn.
Heðin Mortensen var fyrstu ferð valdur í Tórshavnar býráð í 1973, og nú hann er vorðin 76 ár, er hann enn borgarstjóri.
Nógv fólk nýttu høvi at heilsa upp á Heðin Mortensen, ið hevur fingið passandi eyknevnið "Kongurin í Havn".
Vit vóru við til samkomuna í gjár.
Myndir: Bjarni Árting Rubeksen
O |