Meiri peningur til frítíðartilboð til børn

Meiri peningur til frítíðartilboð til børn
Landsstýriskvinnan í almannamálum heldur fast í raðfestingini hjá undanfarnu samgongu, og m.a. verður peningur játtaður til stovn í Suðuroy
Almannaverkið hevur umlagt virksemi sítt, sum ger, at fleiri børn kunnu fáa frítíðartilboð.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
06.02.2023 - 08:58

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, heldur fast í raðfestingini hjá undanfarnu samgongu, sum setti av fleiri pengar til frítíðartilboð til børn, so sleppast kann undan bíðilistum.

Í fíggjarlógaruppskotinum hjá undanfarna landsstýri var ætlanin at hækka játtanina til frítíðartilboð. 

Sirið Stenberg sigur, at hon heldur fast í hesi raðfesting í fíggjarlógaruppskotinum, sum verður lagt fyri løgtingið í næstum.

Millum annað verður peningur játtaður til ein stovn í Suðuroy. 

Landsstýriskvinnan hevur svarað einum fyrispurningi frá Sólvit Emilsson Nolsø, løgtingsmanni, sum spurdi um umlættingar- og frítíðartilboð.  

 

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur svarað fyrispurningi um umlættingar- og frítíðartilboð. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Virksemi umlagt

Sirið Stenberg svarar, at Almannaverkið hevur umlagt virksemi sítt, sum ger, at fleiri børn kunnu fáa frítíðartilboð.

Men avbjóðingar eru, bæði viðvíkandi hølum og starvsfólkum.

Sirið Stenberg sigur, at hon saman við avvarðandi pørtum er farin undir at gera eina langtíðarætlan, sum byggir víðari á arbeiðið, sum undanfarna samgonga setti í verk. 

 

Sólvit E. Nolsø, løgtingsmaður, hevur spurt Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Ein stovnur um árið

Ætlanin er at gera eina ætlan fyri komandi tíggju árini. Miðað verður eftir at byggja í minsta lagi ein stovn um árið.

Í løtuni eru tríggjar byggiverkætlanir í gongd í miðstaðarøkinum.

Tveir av hesum stovnum skulu lata upp í ár, og tann triði væntandi um ársskiftið.

Og Almannaverkið hevur gjørt leiguavtalu um ein stovn í Klaksvík, sum letur upp í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. desember
Jambalaja - 131225
201467
Leygardag 13. desember
Vikugesturin: Hetta kann eg ikki liva við
201465
Leygardag 13. desember
Vikan 13. desember 2025
201459
Leygardag 13. desember
Upp á tá - 121225
201455
Leygardag 13. desember
Morgunlestur leygardagur 13.desember 2025
201428
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 13. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201454
Fríggjadag 12. desember
Veðrið
201444
Fríggjadag 12. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201424
Hósdag 11. desember
Veðrið
201388
Hósdag 11. desember
Christian Matras - hvat gat eg sagt (1:2)
201392