Gongur striltið at fáa streymin aftur

Gongur striltið at fáa streymin aftur
Stutt eftir klokkan tíggju fór streymurin í meginøkinum, og hann verður neyvan aftur um alt landið fyrr enn væl eftir midnátt
 
07.02.2023 - 23:15

- Eitt óhapp kemur sjáldan av sær sjálvum, og fleiri fylgjandi óhapp hava verið, nú vit hava roynt at fingið streymveitingina aftur, sigur vakthavandi SEV.

Tað var stutt eftir klokkan tíggju í kvøld at streymurin fór í øllum meginøkinum. At byrja við væntaði SEV at tað fór at taka ein tíma ella so, inntil hann var komin aftur kring alt landið.

Vit tosaðu við SEV klokkan 23.20 í kvøld. Tá vónaði vakthavandi, at alt landið fór at hava streymin aftur um ein tímað. Men hann kundi onga vissu veita, tí óvæntaðir trupulleikar kunnu taka seg upp.

DAGFØRING 00.10: Streymurin er komin aftur í støðum í landinum, so nú skuldi ikki gingið long tíð, fyrr alt landið aftur hevur streym

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541