Útlendingar rinda tríggjar ferðir meira

Útlendingar rinda tríggjar ferðir meira
Munur skal longu í summar gerast á útlendingum og føroyingum, tá ið talan er um ferðaseðlaprísir við strandafaraskipunum og bygdaleiðum. Tað ætlar Dennis Holm
10.02.2023 - 17:48

Landsstýrismaðurin í fiskivinnu- og samferðslumálum, ætlar, at útlendingar skulu rinda tríggjar ferðir ferðaseðlaprísin, sum føroyingar rinda.

Strandfaraskip Landsins arbeiðir í løtuni við at gera eitt tilmæli til politisku skipanina at gera mun á útoyggjafólki, øðrum føroyingum og útlendingum, tá ið talan er um ferðaseðlaprísir. 
 
Landsstýrismaðurin heldur, at útlendingar kunnu rinda væl meira enn teir gera í dag.

 

Apartheid líknandi

Men tað eru ikki allir politikarar, ið dáma hendan háttin at gera mun á fólki.

Næstformaðurin í Sambandsflokkinum, Helgi Abrahamsen, heldur, at hesin háttirin minnir ov nógv um eina apartheid skipanina.

Hann vil heldur hava aðra skipan.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928