Rani gleðir seg til Liverpool

12.02.2023 - 14:11
ListTónleikur
Rani gleðir seg til Liverpool
Føroyski vinnarin í donsku Melodi Grand Prix-sangkappingini hevur góðar vónir um, at sangurin eisini fer at roynast í europeisku kappingini.
Rani Petersen, Reiley, skal umboða Danmark í Liverpool.
Mynd: Agnete Schlichtkrull/DR  

Við sanginum “Breaking My Heart” eydnaðist 25 ára gamla havnarmanninum, Rana Petersen, Reiley, at vinna donsku Melodi Grand Prix-kappingina.

Tí skal hann umboða Danmark í europeisku sangkappingini, sum verður í mai mánaði í Liverpool í Onglandi, og tað gleðir hann seg til, tí hann heldur sang sín hava góðar møguleikar.

Rani Petersen fekk 43 prosent av atkvøðunum, 15 prosent frá hyggjarunum og 28 prosent frá fakligu dómarunum.

Reglurnar eru broyttar, so tað í ár ikki bara eru londini, sum eru við, ið kunnu atkvøða, men allur heimurin.

Tí vóna danskarar, at Reiley við sínum 10,8 milliónum fylgjarum á TikTok kann gera ein vørr í European Song Contest.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. januar
Bolero - Tónleikur til veturin
186189
Sunnudag 12. januar
Guðstænasta í Vestmanna kirkju
186188
Leygardag 11. januar
Jambalaja - 110125
186171
Leygardag 11. januar
2. Upp á tá - 100125
186170
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. januar
Guðstænasta úr Vestmanna kirkju
186190
Leygardag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2025
186182
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Fríggjadag 10. januar
Veðrið
186150
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081