Annette Vilhelmsen komin at vitja Anniku Olsen

Annette Vilhelmsen komin at vitja Anniku Olsen
Danski almannamálaráðharrin fer seinnapartin at vitja stovnar í Klaksvík
Annette Vilhelmsen, danskur almannamálaráðharri, er komin á vitjan í Føroyum
 
05.09.2013 - 10:39

Danski almannamálaráðharrin, Annette Vilhelmsen, er komin til Føroya at vitja Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum.

Fyrrapartin í dag verður fundur millum landsstýriskvinnuna og almannamálaráðharran, har tær m.a. fara at umrøðu fráboðanarskyldu í barnaverndarmálum landanna millum, og um at seta á stovn eitt barnahús í Føroyum.

Til Klaksvíkar

Seinnapartin verður farið til Klaksvíkar, har Klaksvíkar býráð tekur ímóti, og síðani verður vitjað á stovnum í Klaksvík. Eisini støkkur almannamálaráðharrin inn á gólvið hjá reiðarínum Hvalnes.

Fyrrapartin í morgin er fyrst embætisfundur á skránni, og síðani vitjar Annette Vilhelmsen stovnar í Havn.

Danska fylgið fer av stað aftur seinnapartin í morgin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212773
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598