Ferðavinnufelagið: Útlendingar vera fyri mismuni

Ferðavinnufelagið: Útlendingar vera fyri mismuni
Formaðurin í Ferðavinnufelagnum ávarar ímóti ætlanini um, at útlendingar skulu rinda meiri fyri at ferðast við Strandferðsluni enn føroyingar
Útlendingar fara at aftra seg við at koma til Føroya, um teir skulu gjalda meira at ferðast við Strandferðsluni enn føroyingar, sigur formaðurin í Ferðavinnufelagnum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
15.02.2023 - 13:13

- Útlendingar fara at kenna seg fyri mismuni, um teir skulu rinda væl hægri prís við Strandferðsluni enn føroyingar. Tað fer at gera, at útlendingar ikki fara at koma til Føroya.

Tað sigur Árni Olsen, formaður í Ferðavinnufelagnum, sum var í Breddanum fyrrapartin.

Niels Juel Arge, stjóri á Strandferðsluni og Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum, ætla at broyta ferðaseðlaprísirnar, so at útlendingar skulu rinda meira.

Árni Olsen sigur, at einki samskifti hevur verið millum partarnar um málið, og hann hevur uppskot um eina betri loysn.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

15022023_Arni_Olsen_um_ferdavinnu

 

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786