Kári P. Højgaard koyrdur frá

Kári P. Højgaard koyrdur frá
Løgmaður kunnger, at hann hevur loyst Kára P. Højgaard úr starvi
 
05.09.2013 - 15:51

Løgmaður hevur í dag gjørt av at loysa Kára P. Højgaard úr embætinum sum landsstýrismaður í innlendismálum. Fyribils fyrisitur løgmaður innlendismál.

Tað kunnger Kaj Leo Holm Johannesen á heimasíðuni hjá løgmansskrivstovuni.

 – Eg virði tað stóra arbeiðið, landsstýrismaðurin hevur gjørt til tess at útbyggja undirstøðukervið, soleiðis at okkara samfelag støðugt kann betrast og mennast. Eg má tó ásanna, at málið hevur skapt so mikið nógv órógv, at eg nú meti, at tað kann ávirka virkisføri hjá landsstýrinum. Tí havi eg tikið hesa avgerð, sigur løgmaður í stuttari fráboðan.
 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520