Mentanarvirðislønir landsins beinleiðis í sjónvarpinum mikukvøldið

Um KVFTíðindi
Mentanarvirðislønir landsins beinleiðis í sjónvarpinum mikukvøldið
Kringvarpið hevur í mong ár sent frá hesi hátíðarløtu
 
21-02-2023

Aftur í ár verða Mentanarvirðislønir landsins latnar. Nakað seinkaðar orsakað av valinum, ið var í heyst, og umskipanina av ymsu ráðunum, eitt nú Mentamálaráðnum.

Handanirnar av virðislønum og heiðursgávu landsins verða mikukvøldið 22. februar kl. 19 til á leið 20.30. Í ár verður tiltakið hildið í Hátúni á Musikkskúlanum í Havn.

Kringvarpið hevur í mong ár sent frá hesi hátíðarløtu, fyrst var tað útvarpað beinleiðis, síðani var eisini stroymt í nøkur ár, og seinnu árini hevur sjónvarpið eisini sent beinleiðis.

Ein filmað kvøldseta við tónleiki, røðum og fegnum virðislønamóttakarum.

Ætlanin er m.a. at fáa onkrar av framúr dugnaligu og vælútbúnu tónleikalærarunum á Musikkskúlanum í Hátúni at framføra.

Páll Danielsen verður vertur.

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. juli
RagnarRokk: J. Asgaard um Hævnen
209128
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Sunnudag 26. juli
Tónleikur í 13 øldir (4:10)
210348
Sunnudag 26. juli
Guðstænasta úr Fjósinum á G!
211114
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098

Um kvf css