Fiskivinnutingið á Torradøgunum verður sent beinleiðis í sjónvarpinum

Fiskivinnutingið á Torradøgunum verður sent beinleiðis í sjónvarpinum
Russiska sambandið, fiskiskapurin á Føroyabanka og tilfeingisinntøkurnar eru á skránni til Fiskivinnutingið í Klaksvík í kvøld klokkan 19:30
 
21.02.2023 - 14:40

Torradagar eru í Klaksvík hesa vikuna, og sum siðvenja er, so verður skipað fyri einum Fiskivinnutingi í sambandi við Torradagarnar.

Fiskivinnutingið verður í erva í Miðhøllini í Skúlanum á Skúlatrøð klokkan hálvgum átta í kvøld. 

Siðvenja er eisini, at Kringvarp Føroya sendir Fiskivinnutingið í sjónvarpinum, og soleiðis er eisini í kvøld. 

Sent verður frá Fiskivinnutinginum beint eftir Dag og viku í kvøld. 


Aftur í ár verður tað Jón Brian Hvidtfelt, sum verður vertur og orðstýrari á Fiskivinnutinginum á Torradøgunum, eins og hann var tað í 2021 (Savnsmynd)

 

Trý evni á skránni

Á Fiskivinnutinginum í kvøld eru trý evni á skrá:

  • Russiska sambandið
    Pallborðsluttakarar:
    Stefan í Skorini, stjóri í Reiðarafelagnum 
    Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur  
    Bjarni Hammer, formaður í uttanlandsnevndini hjá løgtinginum  
    Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum og fyrrverandi landsstýrismaður í uttanríkismálum 
     
  • Fiskiskapurin á Føroyabanka
    Pallborðsluttakarar:
    Eilif Gaard, Havstovan 
    Gutti Winther, kokkur  
    Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum 
    Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum 
     
  • Tilfeingisinntøkurnar skulu endurskoðast  
    Pallborðsluttakarar:
    Ragnar Joensen, nevndarformaður í Nordic Aqua Partners 
    Magni Laksáfoss, búskaparfrøðingur  
    Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum 
    Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum 

Jón Brian Hvidtfeldt verður vertur og orðstýrari í Fiskivinnutinginum. 

Til ber eisini hjá hyggjarum at seta spurningar her á heimasíðu Kringvarpsins frá klokkan 17. 

Øll skráin fyri Torradagarnar sæst HER.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. januar
Morgunlestur leygardagur 31.januar 2026
203271
Fríggjadag 30. januar
Vikuskiftið 30 jan 2026
203510
Fríggjadag 30. januar
EM-tíðindi 30. januar 2026
203495
Fríggjadag 30. januar
EM-tíðindi 29. januar 2026
203492
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. januar
Veðrið
203507
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mikudag 28. januar
Hetta er Filip
203375
Mikudag 28. januar
Hetta er Bjarki
203376