Gjørdu bart í Toronto

Gjørdu bart í Toronto
Heimsmeistarakappinigin í inniróðri hevur verið í Toronto í Kanada um vikuskiftið, og føroysku rógvarnir kláraðu seg avber væl. Rógvararnir vunnu heili fimm HM-heiti
27.02.2023 - 18:27

Tilsamans hava føroysku rógvararnir vunnið ikki minni enn fimm HM-heiti í Toronti á teimum báðum teinunum, 500- og 2000 metrar. 

Zoe E. Dickson róði í lættvektsbólkinum fyri tey 21-22 ára gomlu, og hon gjørdi bart og vann bæði 500- og 2000 metra teinin.

Vár G. Hansen, sum róði í bólkinum 21-22 ár, tryggjaði sær HM-heiti á 500 metra teinum, og á 2000 metrum endaði hon á triðja plássi. Sára Maria Johansen, sum eisini róði í bólkinum 21-22 ár, vann heimsmeistaraheitið á 2000 metrum. Á 500 metrunum endaði hon á bronsuplássinum.

Mattias Durhuus, sum róði í bólkinum fyri tey 17-18 ára gomlu, vann gull á 500 metra teininum, meðan hann var akkurát ov stuttur á 2000 metrum, og fekk silvur.

Sarita Kristina Hansen, sum er evropameistari á báðum teinunum, hevði tað eitt sindur truplari í stóra bólkinum fyri tey ímillum 23-39 ár. Hon fekk silvur á 500 metrum, men á longra teininum endaði landsliðsvenjarin á fimta plássi.

Sarita Kristina Hansen varð sett sum landsliðsvenjari í september í fjør, og tá boðaði hon frá, at inniróðurin skuldi lyftast upp á hægri stig. Hon hevur síðan arbeitt við einum senior- og einum ungdómslandsliðið, og úrslitini fyrstu tíðina benda á, at hon ger okkurt rætt saman við rógvarunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870