O, móðurlandið!: Tann ævigi tvídrátturin

O, móðurlandið!: Tann ævigi tvídrátturin
Í skjótt 75 ár hava vit havt heimastýri í Føroyum. Ein skipan, sum eingin av føroysku flokkunum var serliga fegin um, men sum flokkarnir kortini sættaðust um.
Skíggjamynd úr fyrsta parti
Mynd: Ó, móðurlandið!  
 
09.03.2023 - 14:48

Í vár eru 75 ár liðin, síðani vit fingu Heimastýrislógina. Hon var í veruleikanum ein neyðloysn á eini bráðfeingisstøðu, sum hevði tikið seg upp í Føroyum eftir, at kríggið var liðugt, og sambandið millum Føroyar og Danmark aftur skuldi formaliserast.  

Tað eljustríð, ið stóðst av politiska ruðuleikanum eftir kríggið, hevur klovið føroyingar og givið okkum eina tvørás í føroyskum politikki: loysing ella samband. Og við henda spurning standa vit enn og himprast. 

 

Ein neyðloysn, sum gjørdist varandi 

Eftir at Danmark var hersett í apríl 1940, var sambandið millum Føroyar og Danmark kvett frá degi og dags. Stutt eftir verða Føroyar hersettar av Bretlandi. Og brádliga vóru fyritreytirnar hjá Føroyum í danska ríkinum broyttar kollveltandi.  

Løgting og amtmaður í felag settu í gildi fyribils stýrisskipan í Føroyum, og føroyingar høvdu nú – saman við amtmanninum – lóggevandi valdið á egnum hondum.

Í apríl 1945 var endiliga friður aftur í heiminum. Føroyingar høvdu undir krígnum kent søta rákan av sjálvræði og nývunnum ríkidømi, men vinningurin var dýrt keyptur: 
 

Foroyingar_sjolotust

 

Uppskotið ella loysing

Nú skuldi sambandið við Danmark aftur skipast. Men hvussu, tað var spurningurin. Og føroyingar sjálvir kundu ikki semjast um eitt endaligt uppskot at leggja fyri donsku stjórnina. 

Eftir drúgvar samráðingar millum Føroyar og Danmark legði danska stjórnin fram uppskot um stýrisskipan, sum løgtingið feldi. Flokkarnir vóru rúkandi ósamdir. Bæði sínámillum og innanhýsis.

Kortini var meiriluti fyri at leggja málið út til fólkið. Tvinnir vóru kostirnir í at velja: antin stjórnaruppskotið ella loysing. Úrslitið gjørdist ein heldur tepur meiriluti fyri loysing. 

loysing.png

Caption: 
Skíggjamynd úr fyrsta parti av sendingini O, móðurlandið!

 

Tann ævigi tvídrátturin 

Fáar dagar seinni ógildaði kong Christian X fólkaatkvøðuna, sendi tingið heim og skrivaði út nýval. Úrslitið av nývalinum var, at loysingarmeirilutin fall. Nýggjar samráðingar við donsku stjórnina vórðu tiknar upp og enda við, at heimastýrislógin verður sett í gildi 1. apríl 1948.

Eingin av føroysku flokkunum var fegin um uppskotið um eina stýrisskipan, sum danir í høvuðsheitum smíðaðu og samtyktu.

Vit sættaðust kortini – og sættast enn – um hesa skipan, tó at hon er upprunin til ævigan tvídrátt og sundurlyndi millum føroyingar.

 

O, móðurlandið! 

Í nýggjari sendirøð um Føroyar verður ljós varpað á støðu okkara í danska ríkinum. Landafrøðiliga, mentanarliga og málsliga skilja Føroyar seg burturúr í Ríkisfelagsskapinum.

Vit fata okkum sum egin, ikki donsk - og tó. Vit eru bæði - ella kanska hvørki? Vit ráða okkum sjálvum, men kortini ikki heilt. 

Í fyrsta partinum, sum verður í sjónvarpinum hóskvøldið eftir Dag og viku, verður kjølurin strektur frá landnámi til fólkaatkvøðuna í 1946: 

REY03914

Sending: O, móðurlandið! (1:6)

Heiti: To be or not to be 

Nær: Hóskvøldið kl. 19.20

Hvar: í sjónvarpinum

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851