Bústaðir: Strika kravið um aðrar íleggjarar

Bústaðir: Strika kravið um aðrar íleggjarar
Kravið um samstarv ger, at Bústaðir skulu rokna sær fíggjarligt avkast av bústøðum, svarandi til avkastkravið hjá hinum íleggjarunum, sigur Umhvørvismálaráðið
Bústaðir byggja í løtuni hesar íbúðirnar í Havn.
 
01.03.2023 - 08:15

Bústaðir skulu nú sleppa undan kravinum um, at allar verkætlanir skulu fremjast saman við øðrum íleggjarum.

Umhvørvismálaráðið hevur gjørt uppskot um broyting í lógini um Húsalánsgrunnin.

Uppskotið er um at strika kravið um fígging frá øðrum íleggjarum í sambandi við bústaðabygging.

Hetta kravið tarnar Bústøðum í at útvega bústaðir, sigur Umhvørvismálaráðið. 

Uppskotið er sent til hoyringar. Freistin er til 14.mars.

 

Húsaleigan verður størri, enn hon hevði verið, um Bústaðir einsamallir fíggjaðurog róku bústaðirnar uttan vinning, sigur Umhvørvismálaráðið.

 

Brúka orku at finna íleggjarar

Kravið um samstarvið við aðrar íleggjarar ger, at Bústaðir skulu brúka orku til at finna áhugaðar íleggjarar og gera samstarvsavtalur við teir.

Hesir íleggjarar hava sjálvandi fyrst og fremst fíggjarligan áhuga í at vera við í verkætlanum saman við Bústøðum.

Hetta er neyðturviliga ikki sambæriligt við endamálið hjá Bústøðum, sum er at útvega eitt fjølbroytt útboð av bústøðum kring landið, sigur Umhvørvismálaráðið.

Kravið um samstarv ger, at Bústaðir skulu rokna sær fíggjarligt avkast av bústøðum, svarandi til avkastkravið hjá hinum íleggjarunum. 

Tí verður húsaleigan størri enn hon hevði verið, um Bústaðir einsamallir fíggjaðu og róku bústaðirnar uttan vinning, sigur Umhvørvismálaráðið.

 

Ingilín D. Strøm er landsstýriskvinna í bústaðarmálum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Møguleiki at samstarva við aðrar

Tó at kravið um samstarv við aðrar íleggjarar verður tikið burtur, varðveita Bústaðir kortini møguleikan at fara í samstarv við aðrar íleggjarar. 

Treytin um, at Bústaðir tá virka eftir somu treytum sum hinir íleggjararnir verður eisini varðveitt.

Heimildin hjá landsstýrisfólkinum at geva undantak frá kravinum um aðrar íleggjarar verður strikað, nú kravið verður strikað í lógini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
Vikuskiftið 17. juli 2026
211068
Fríggjadag 17. juli
Summarbeiti á G!
211066
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. juli
Veðrið
211069
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817