Meiri peningur til almannaøkið

Meiri peningur til almannaøkið
Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, tekur ávaringarnar frá Búskaparráðnum til eftirtektar
Ruth Vang er landsstýriskvinna í fíggjarmálum.
Mynd: Finnur Justinussen  
 
01.03.2023 - 17:59

Vit noyðast at brúka meira pening á almannaøkinum, skulu vit loysa avbjóðingarnar í framtíðini.

Tað ásannar Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, eftir at Búskaparráðið í dag ávaraði um, at undirstøðukervið fær ov nógvan pening samanborið við almannamál. 

Búskaparráðið sigur, at haldføristrupulleikar vera, tí lutfallið millum tey, sum arbeiða, og tey, sum fáa eftirløn, minkar alsamt.

Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum tekur ávaringarnar frá Búskaparráðnum til eftirtektar.

Hon heldur, at neyðugt verður at hækka pensjónsaldurin enn meira.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

01032023_Ruth_Vang

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006