Danska stjórnin missir undirtøku

Danska stjórnin missir undirtøku
Vinstri er framvegis størsti flokkurin í fólkatinginum, og hevði fingið sløk 31 prosent av atkvøðunum, var val nú
Javnaðarflokkurin hjá Thorning hevur framgongd, men hinir stjórnarflokkarnir hava afturgongd
 
09.09.2013 - 10:05

Hóast danski Javnaðarflokkurin hevur framgongd í seinastu veljarakanningini, so missa hinir stjórnarflokkarnir undirtøku, og tí tykist tað vera torført hjá stjórnini at taka veljarar frá andstøðuni.

Sambært seinastu veljarakanningini fær Javnaðarflokkurin sløk tvey prosenstig meir, enn fyri einum mánaði síðani, men tá hinir stjórnarflokkarnir, Radikali flokkurin og SF, missa tað sama, er støðan ikki broytt. Stuðulsflokkurin, Eindarlistin, missir eisini atkvøður, og tí er undirtøkan hjá stjórnini minni nú, enn fyri einum mánaði síðani.

44 prosent

Samanlagt høvdu stjórnarflokkarnir fingið 44 prosent av atkvøðunum, ímóti sløkum 46 prosentum fyri einum mánaði síðani.

Vinstri er framvegis størsti flokkurin í fólkatinginum, og hevði fingið sløk 31 prosent av atkvøðunum, um val var nú. Liberala Alliansa hevur eisini framgongd, men Konservativi flokkurin hevur ilt við at fóta sær, og kemur so dánt upp um tinggáttina. Danski fólkaflokkurin hevur eisini eina lítla afturgongd, men flokkurin er kortini betur umtóktur, enn á valinum fyri tveimum árum síðani.

Var val í Danmark nú, høvdu andstøðuflokkarnir fingið 98 sessir og samgonguflokkarnir 77 sessirí fólkatinginum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. juli
Søgan um Johnny Cash 3. partur
210681
Sunnudag 19. juli
Gudstænasta í Hósvíkar kirkju
211106
Leygardag 18. juli
Radio Stjernekilde - Partur 9
209137
Fríggjadag 17. juli
Vikuskiftið 17. juli 2026
211068
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf kvinnur
211096