- Tíðindi, mentan og ítróttur
Reiðrið á flog

Rannvá Egholm (v.m) og Eir Nolsøe (h.m.) eru vertir í Reiðrinum, nýggju ungdómssendingini hjá KVF.
Reiðrið á flog
Sunnukvøldið 8. september 2013 fór fyrsta útvarpssendingin hjá Röddini í luftina. Sendingin eitur Reiðrið og er ein fjølbroytt ungdómssending, sum verður at hoyra í KVF hvørt sunnukvøld frá kl. 20 til 21.Vertir eru Rannvá Egholm og Eir Nolsøe.
09.09.2013 - 15:00
Í fyrstu sendingini varð millum annað tosað við Adam Andreassen og Símun Petur Venned, sum ikki heilt eftir ætlan gjørdist ungir pápar. Vit finna útav, hvat Brynhild Thomsen hevði ynskt, at hon visti, tá hon var 18, og Anný Djurhuus frá Fjøllini Dansa tosar um øðrvísi myndarøðir, og hvussu tað er at vaksa upp í Runavík, tá mann er tann einasti við svartari varrastift og blómukransi í hárinum.
Hoyr Reiðrið HER.
|
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
|
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
|
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |




