Móðurmálslærugreinin er gamaldags

Móðurmálslærugreinin er gamaldags
Studentaskúlanæmingar halda, at føroysklærugreinin er gamaldags og traditiónsbundin. Soleiðis ljóðaði tað, tá ið Vár í Ólavsstovu tosaði um móðurmálslærugreinina á Frændafundi 2013.
09.09.2013 - 19:00

 

Rannvá Egholm
rannva@roddin.fo

 

Á vísindaráðstevnuni 2013, ið varð hildin í døgunum 24.-25. august á Námsvísindadeild Fróðskaparsetursins, helt Vár í Ólavsstovu ein av fyrilestrunum. Tað, sum hon tosaði um, varð bygt á hennara gransking í føroysklærugreinaøkinum í studentaskúlanum, har Vár m.a. hevði spurt studentaskúlanæmingar, hvat teir hildu um lærugreinina.

 

„Eg haldi føroyskt vera ein týdningarmikil partur av skúlagongdini. Vit eru bert 48.000 fólk, og tískil mugu vit arbeiða hart, skulu vit varðveita málið. Tað átti at verið gjørt meira við at fáa næmingar at tosa betur føroyskt. Alt ov nógv útlendsk orð verða nýtt, eisini ímillum lærararnar, og hetta tarnar næmingunum í at tosa reint og gott føroyskt mál.“

 

Soleiðis ljóðar ein útsøgn hjá einum næmingini, og aðrar útsagnir frá kanningini líkjast hesari og hava sama puristiska hugburð. Vár í Ólavsstovu greiddi frá í fyrilestrinum, at næmingarnir ikki eru nøgdir við sín kunnleika í føroyskum, og teir kundu hugsað sær at dugað betur at skrivað føroyskt, stavasett og málborið seg.

 

Í innsavningartíðarskeiðinum í granskingini, sum var frá 2002-2004, hildu studentaskúlanæmingar, at føroysklærugreinin var gamaldags og traditiónsbundin. Teir lýstu lærugreinina sum gamalsliga, keðiliga og ómodernaða. Hetta kom ikki av tí, at teimum ikki dámdi lærugreinina. Næmingarnir høvdu nevniliga heitar kenslur fyri lærugreinini og hildu, at tað hevði týdning at hava føroyskt í skúlanum. Teir saknaðu bara eina modernisering av lærugreinini.

 

 

- Hesar heitu kenslur fyri lærugreinini eru týðiligt tekn um, at føroyskt er ein samleikalærugrein, sum er persónliga, ættarliga, sosialt og tjóðarliga grundað. Ein, sum kemur uttanífrá, fær tey at siga frá positivum kenslum mótvegis føroysklærugreinini, sum ikki heilt er í samsvari við tað, sum tey í roynd og veru uppliva í lærugreinini í dagligum praksis. Tað kann tulkast sum eitt slag av skyldu: at tey ikki vilja avdúka lærugreinina, sum hevur so stóran persónligan týdning fyri tey, segði Vár í Ólavsstovu. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.