Landið veðheldur: Kann vænta rokning frá LÍV í 2046

Landið veðheldur: Kann vænta rokning frá LÍV í 2046
LÍV 3 er pensjónsfelag hjá teimum, sum eru fevnd av landskassaveðhaldi, og tí eru tey altíð tryggjað 4,5 prosent í avkasti
Tryggingarfelagið LÍV. Landskassin veðheldur fyri virkseminum í felagnum LÍV 3.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
10.03.2023 - 13:15

Landið kann í ár 2046 vænta sær rokning uppá 250 mió. kr. fyri landskassaveðhaldið í pensjónsfelagnum LÍV 3. 

LÍV 3 er felagið, har tey, sum hava pensjónir í LÍV við veðhaldi frá landinum, eru í. Tí eru tey altíð tryggjað 4,5 prosent í avkasti.

Veðhaldið verður effektivt, tá ið kassin hjá LÍV 3 er tómur. 

Eginognin hjá felagnum - ella veðhaldið - hevur seinastu árini ligið um eina milliard krónur.

 

Jan Jakobsen er stjóri í LÍV.

 

Sambært landsroknskapinum, eru ognirnar hjá felagnum - tað vil siga veðhaldið hjá landinum - uppi í 2037 - tað er um 14 ár.

Men metingin hjá LÍV er, at veðhaldið verður effektivt um 23 ár við eini upphædd upp á 250 mió. kr, sigur Jan Jakobsen, stjóri.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

10032023_Jan_Jakobsen

 

Jan Jakobsen var í Breddanum fyrrapartin. Allur Breddin kann hoyrast her.
 


 


 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096