Rósan tryggjaði sær steypið á heimagólvi

Rósan tryggjaði sær steypið á heimagólvi
Kvinnuunglingarnir hjá Støkk, Rósan, vunnu seinnu steypakappingina í Bylgjuni í Runavík. Rósan vann eisini steypakappinngina samanlagt á kappingarneytanum úr HF, Bjallu
13.03.2023 - 16:37

Hjá kvinnuunglingunum vann liðið hjá Støkk, Rósan, sannførandi seinnu steypakappingina í estetiskum fimleiki, sum var í Bylgjuni í Runavík. 

Rósan vann eisini steypakappinngina samanlagt á kappingarneytanum úr HF, Bjallu.

Rósan fekk 21,47 stig á degnum og gjørdust steypavinnarar við tilsamans 43,00 stigum. Bjalla fekk tilsamans 42,36 stig. 

Í fjør vann Bjalla kappingina um FM-heitið, men nú má unglingaliðið úr Støkk metast at vera favorittur

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655