- Tíðindi, mentan og ítróttur
O, móðurlandið
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
Keyboard Shortcuts
Shortcuts Open/Close/ or ?
Play/PauseSPACE
Increase Volume↑
Decrease Volume↓
Seek Forward→
Seek Backward←
Captions On/Offc
Fullscreen/Exit Fullscreenf
Mute/Unmutem
Decrease Caption Size-
Increase Caption Size+ or =
Seek %0-9
O, móðurlandið: Vakrasta blað í søgu Danmarkar (2:6)
16-03-2023
Í øðrum parti í røðini um Føroyar og støðu okkara í danska ríkinum verða árini eftir Seinna Heimsbardaga og fólkaatkvøðuna í Føroyum í 1946 fram til 1970 tikin til umrøðu.
Hóast nýggi felagsskapurin Sameindu Tjóðir heitir á øll hjálandaveldi um at hjálpa sínum gomlu hjálondum at fáa sjálvstýri, vil Danmark ikki sleppa Føroyum og Grønlandi. Og við grundlógarbroytingini í 1953 ætlaði Danmark at fáa Grønland inn undir seg sum amt.
Trætan Føroya og Danmarkar ímillum eftir kolldømdu fólkaatkvøðuna í 1946 endar tvey ár seinni við nýggju heimastýrislógini, sum gevur Føroyum víðkað sjálvræði innan danska ríkið. Politisku flokkarnir í Føroyum vóru ójavnir á máli um eina nýggja stýrisskipan.
Fólkaflokkurin vrakaði heimastýrislógina,...

O, móðurlandið
Í nýggjari sendirøð um Føroyar verður ljós varpað á støðu okkara í danska ríkinum. Landafrøðiliga, mentanarliga og málsliga skilja Føroyar seg burturúr í Ríkisfelagsskapinum. Búskaparliga hevur framburðurin síðan aldamótið verið so stórur, at Føroyar teljast millum ríkastu samfeløgini í heiminum í dag. Kortini tykist spurningurin um at ráða sær sjálvum ikki so viðkomandi longur, og hevur ikki verið frammi sum eitt nevnivert tema á seinastu løgtingsvalunum. Tvørturímóti er fatanin av okkum sjálvum sum samrunnin minniluti í danska eindarríkinum k