Føroyar svartar í mars

Føroyar svartar í mars
Føroyar hava verið hvíttklæddar seinastu tvær vikurnar, men orkunýtslan hevur verið rættiliga svørt. 69 prosent av orkuframleiðsluni hjá SEV í mars hevur verið olja
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 
17.03.2023 - 16:33

Sjálvt um nógv vatn er í Eiðisvatni, kemur næstan einki vatn í byrgingina, nú tá ið frost er, og tí ber ikki til at framleiða streym har í løtuni.

Sama støða er á hinum vatnorkuverkunum kring landið.

Neyðugt er eisini allatíðina at hava vatn í byrgingini sum eyka trygd, um okkurt skuldi gingið galið til dømis á Sundsverkinum.

Tøl hjá SEV vísa, at orkuframleiðslan higartil í mars hevur verið mest olja.

 

Orkuframleiðsla higartil í mars 2023:

Alt landið
Olja 69%
Vindur 18%
Vatn 10%
Biogass: 1%
Sól: 0%

Eitt undantak hevur tó verið, tá ið talan er um svarta orku. Suðuroyggin hevur verið munandi meira grøn enn restin av landinum.

Suðuroy:
Olja 56%
Vindur 42%
Vatn 2%
Sól: 0%

Orsøkin til, at Suðuroyggin er grønari enn restin av landinum, er battarískipanin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. mai
Vikan 31. mai 2025
192633
Leygardag 31. mai
Morgunlestur leygardagur 31.mai 2025
192277
Leygardag 31. mai
Upp á tá - 300525
192624
Fríggjadag 30. mai
Vikuskiftið 30. mei 2025
192617
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. mai
Norðoyastevna 2025:8 MF
192641
Leygardag 31. mai
Norðoyastevna 2025:6 MF KVINNUR
192639
Fríggjadag 30. mai
Veðrið
192615
Hósdag 29. mai
Andakt við Pól Johannesen
192558