Fleiri orsøkir til gott ár

18.03.2023 - 13:57
InnlendisVinna
Fleiri orsøkir til gott ár
– Kundaskarin er kanska vaksin nakað, og vit hava havt nøkulunda javnt virksemi yvir alt árið, sigur stjórin í MEST, Mouritz Mohr.
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 
Stjórin í MEST-samtakinum, Mouritz Mohr

Stjórin staðfestir, at við sløkum 23 milliónum krónum í avlopi eftir skatt og einum umsetningi, ið táttar í hálva milliard, royndist 2022 sum eitt gott ár.

– Tað kunnu vera fleiri orsøkir til tað, sigur Mouritz Mohr, stjóri í MEST, ið millum annað fegnast um ein vaksandi kundaskara og nøkulunda javnt virksemi yvir alt árið, tí tað kann ofta svinga.

– Sølan er vaksin, men ikki starvsfólkatalið, so tí liggur eisini meira eftir fyri hvørt starvsfólk. Vit hava eisini havt fleiri útlendskar kundar, ið muna væl, og teir hava verið bæði úr millum annað Íslandi, Grønlandi og Russlandi.

Umframt skipasmiðjurnar í Havn og á Skála fevnir MEST-samtakið um framleiðsluútgerð í Runavík, arbeiðið við vindmyllum á landi í Føroyum og PAM-Offshore Service, sum veitir tænastu til frálandavinnuna í Noregi.  

Í samtakinum starvast 483 starvsfólk, har av 76 lærlingar.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. mai
Eftir Vørðunum - teknmálstulkað
192195
Mikudag 21. mai
KAKUMiKS (2:7) - teknmálstulkað
192190
Mikudag 21. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192158
Týsdag 20. mai
Veðrið
192138
Týsdag 20. mai
3-2 (28. apríl 2025)
192112