Apoteksverkið fíggjar sjúkraviðgerð uttanlands

Apoteksverkið fíggjar sjúkraviðgerð uttanlands
Játtanin til serviðgerð uttanlands er 138 mió. kr. Og nú er løgtingið biðið um at lata 7,5 milliónir afturat.
Føroyska sjúklingahotellið í Keypmannahavn. Sjúklingaviðgerðin uttanlands kostar meiri enn 140 mió. kr.
 
11.09.2013 - 07:58

Vinngurin hjá Apoteksverkinum skal brúkast til at senda sjúklingar av landinum til viðgerðar. Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur biðið um 7,5 mió. kr. afturat til sjúklingaviðgerðir uttanlands í ár. Uppskotið um eykajáttan kom í løgtingið í gjár.

Eykajáttanin er útreiðslunoytral. Pengarnir koma frá Apoteksverkinum, sum skal selja fyri 7,5 mió. kr. meira í ár. Inntøkurnar hjá Apoteksverkinum í fíggjarlógini eru hækkaðar upp í 227,5 mió. kr.

Ongar avmarkingar

Karsten Hansen gjørdi longu í mars landsstýrið varugt við, at ov fáir pengar vóru til viðgerðir uttanlands í ár. Hann boðaði samstundis frá, at hann ætlaði at seta avmarkingar í gildi fyri at halda játtanina. Men tað vildi landsstýrið ikki. Játtanin til serviðgerð uttanlands er 138 mió. kr. Og nú er løgtingið biðið um at lata 7,5 milliónir afturat.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542