Í hesum døgum verður undirhalds- og spurnakapping fyri børn tikin upp í KVF

Um KVF›Tíðindi
Í hesum døgum verður undirhalds- og spurnakapping fyri børn tikin upp í KVF
Eini 500 børn úr øllum landinum vera við í sendingunum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
22-03-2023

Talan er um undirhalds- og spurnakappingina 'Hvør Veit?', sum fyrr hevur verið fyri vaksin, men hesa ferð eru tað børn, ið luttaka.

Eini 500 børn úr øllum landinum vera við í sendingunum. 11 børn av hvørjum liði luttaka í kappingunum, og restin eru áskoðarar.

Børnini eru sera spent, og tað er ein stór uppliving fyri tey at vera við.

Sendingarnar eru skipaðar sum kappingar, har børn kappast úti á gólvinum, skulu gita hvat er í kassanum, gita ja- og nei-spurningar og eisini fáa tey spurningar um fuglar, fiskar, blómur og djór í Føroyum.

Tað eru triðiflokkar, ið kappast ímóti hvørjum øðrum, og higartil hevur tað verið sera javnt millum liðini. So spenningurin er í hásæti, sum quizmastarin Kári Sólstein plagar at taka til.

Upptøkurnar hava gingið sera væl, nú komið er í helvt, og sendingarnar verða sendar í heyst.

Myndir: Bjarni Á. Rubeksen

Børnini stuttleika sær óført. 

Kàri Sólstein, annar av dómarunum. 

Børnini eta matpakka í forhøllini í Kringvarpinum. 

Elin Dagbjartsdóttir Neshamar, framleiðari av sendingini, í kontrollrúminum. 

Tveir fittir luttakarar. 

Næmingar úr hvør sínum skúla dystast. Kappingin er hørð. 

Tróndur Vatnhamar, sum er dómari og vertur saman við Kára Sólstein. 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928

Um kvf css